Leygardagin 4. mai letur ein nýggj listaframsýning upp í Riberhúsi í Fuglafirði. Framsýningin letur upp klokkan 16, og tað er Eivør Pálsdóttir, ið eigur málningarnar.
Umframt at hyggja eftir málningunum verður eisini livandi tónleikur at hoyra. Áskoðararnir fáa eisini kaffi og køkur afturvið. Eivør er serliga kend innan tónleikin í Føroyum, men nú roynir hon seg eisini sum listamálara.