Songkvinnan Eivør Pálsdóttir er innstillað til Tónleikavirðislønina Norðurlandarásins.
Hon er ímillum teir 12 tónleikararnar, ið hesaferð hava møguleika av vinna virðislønina.
Í tíðindaskrivi stendur soleiðis um Eivør:
"Eivør er singer-songwriter og opvokset i den lille landsby Gøta. Eivør har en meget særegen stemme, og selv om hun har rødder i traditionelle færøske ballader, har hun interesse for et bredt spektrum af musikalske genrer fra rock, jazz, folk og pop til europæisk klassisk musik. Da hun var 16, forlod hun skolen for at bruge al sin tid på sin store passion: at synge og skrive musik. 11 år, otte soloalbums og adskillige priser senere, er hun blevet en af de klareste stjerner på den nordatlantiske himmel. Det er ikke kun hendes betagende stemme, som gør hende speciel, men også at hun udtrykker sine kunstneriske evner som maler, historiefortæller, digter og komponist."
Tónleikavirðisløn Norðurlandarásins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum stigi. Annaðhvørt ár verður virðislønin givin fyri verk hjá einum núlivandi tónasmiði, og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum ella handverksligum støði.
Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1956. Frá 1990 var virðislønin áljóðandi 350.000 krónur. Frá 1997 kundu Føroyar, Áland og Grønland koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd.