Eivør instillað til tvær virðislønir

Aftur í ár er føroyski songfuglurin Eivør Pálsdáottir innstillað til tvær íslendskar tónlistavirðislønir fyri 2004. Hennara nýggjasta fløga er innstillað til ársins popp plátu, og Eivør er innstillað til ársins kvinnuligi sangari. Ì báðum førum má Eivør sigast at vera í rættiliga góðum selskapi, eitt nú er íslendska Bjørk eisini innstillað til somu virðislønir, sum annars eru hesar:
Ársins popp pláta:
Mugimama, Is this Mugimusic? - Mugison
Hello Somebody - Jagúar
Eivør - Eivør Pálsdóttir
Medúlla - Bjørk
Meðan ég sef - Í svørtum føtum

Ársins kvinnuligi sangari:
Ragnheiður Grøndal
Eivør Pálsdóttir
Bjørk Guðmundsdóttir
Gúðrun Gunnardóttir
Margrét Eir

Virðislønirnar verða handaðar í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík 2. februar 2005