Eivør og kór í Gøtu

tíðindaskriv

Sunnudagin 19. desember kl. 17 verður jólakonsert í Gøtu Kirkju við Tórshavnar Manskóri, Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør Pálsdóttir. Á konsertini fara kórini hvør í sínum lagi at framføra egna skrá, meðan Eivør virkar sum solistur hjá báðum kórunum, umframt at hon framførir nøkur løg sjálv. Tað er síðsti sunnudagur í atvent, og ivaleyst eru allar hendur fullar í sambandi við jólastákanina, men hetta er eitt gott høvi at leggja saman, seta seg afturá og njóta tað besta við jólunum "jólafriðin".