Eystanstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av listaframsýningunum, sum verða í sambandi við eystanstevnu, er ein framsýning hjá Eivør Pálsdóttir, sum verður í býráðssalinum.
Framsýningin verður opin fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.
Hitt fyrsta kvøldið verður opið frá klokkan 19-21, og leygardagin og sunnudagin verður opið frá klokkan 14-19.
Eivør Pálsdóttir er umtókt, bæði fyri síni sangkynstur og síni myndlistarligu evnir, og lítið er at ivast í, at hennara framsýning í býráðssalinum verður væl vitjað á eystanstevnu.