Eivør Pállsdøttir hevur saman við sínum tónleikavinum úr Ivory innspælt fløgu niðri í Danmark. Eftir eitt lítið hugnaligt prát við Eivør Pállsdóttir og Mikael Blak, hevur man hesumegin tastaturin fingið eitt lítið innlit í hesa komandi útgávuna. Talan er um eina solo-útgávu við Eivør Pállsdøttir og ikki Ivory. Denturin, á fløguni er lagdur á vokal ella sang, har tekstur hevur meir at siga fyir sjálvt lagið. Og ikki sum Ivory, har improvisatión er ein stórur partur av heildini, og røddin verður brúkt sum eitt instrument. Í sept. næsta ár er ætlanin, at Ivory skal í studio yviri í USA; Jack DeJanet, ein kendur jazztónleikari, verður framleiðari.
Gestatónleikarar á hesi komandi fløguni eru Tróndur Bogason, ljómborð; Kim Enk Zorde, guitaristur úr Danmark. Eisini hava limir úr Fótatraðk, kvøðið við í einum lagi og Hans Jacob á Brúnni kvøður og syngur eisini við. Húsan til fløguna hava Niels Galan og Uni Árting gjørt.
Peningaligi høvuðsstuðulin í sambandi við hesa útgávuna er Kaupthing. Aðrir, ið hava stuðlað eru; FJM, Fjølrit, Gøtu Kommuna, Gramex úr Danmark, Mentunnargrunnurin, Shell, Smyril Line.
Sum so nógv onnur hevur Eivør nokk altíð havt eitt ella annað við sang og tónleik at gera. Men fá hava eina so góða og vakra sangrødd. Hon hevur sungið nógv; fólka -og vísusang, í kirkjukórið, pop/rokk, fólka/jazztónleik, og hevur hon eisini gjørt egin løg, harav nøkur er við á hesi komandi útgávuni. Serliga tað síðsta árið við Ivory hevur verið hendingaríkt. Tilfarið á tí komandi fløguni er í høvuðsheitum úr hesum tíðarskeiðnum. Annars er fløgan ein endurspegling av tí tónleikaligu ferðini Eivør hevur verið ígjøgnum. Sangirnir eru natúrliga valdir.
Ivory hevur spælt saman í bara eitt ár. Í byrjanini spældu tey standard jazz, men í tí síðsta hálvárinum er tónleikurin nógv broyttur og vorðin nógvar ferðir meiri spennandi. John Purcell, heimskendur tónleikari úr USA, hevur nokk í hesum førinum verið ein alstór hjálp við vegleiðing og íblástri. Eftir at hava hoyrt Ivory, kom hann á vitjan í Føroyum við tí fyri eyga at hjálpa bólkinum frammá. Og tað hevur hann eisini gjørt. Eftir hansara vitjan var týðuligur munur at síggja. Hesi ungu fólkini blivu nógv djarvari og livdu seg meir inn í tónleikinum; fingu nokk eitt sindur av sjálvsálitið afturat. Og tað er bara veldugt.
Limirnir í bólkinum hava lært eina rúgvu, meðan tey hava verið í studio. Mest sum allur tónleikurin er innspældur ?live?, ella beinleiðis. Hetta krevur sjálvsagt meir av samanspælinum í bólkinum og tað gevur eisini sjálvum tónleikinum nakað serligt. Hvønn dag í eina viku hava tey verið í sama rúmið og hava, í grundini, gjørt tað sama; innspælt tónleik. Og ofta varð tað midnátt, áðrenn dagurin í studiounum varð liðugur.
Annars vil bólkurin senda ein serliga tøkk til Focus Recording við Hans Nielsen. Tað var so, at beint áðrenn tey skuldu fara í studio fyri fyrstu ferð, varð Mikael Blak so óheppin at skera seg í fingurin av einum Victorinox-knívi. So hann kundi ikki spæla í eina heila viku. Hans Nielsen fekk síðan tillagað tímarnar í studionum til ta næstu vikuna, so tey sluppu frammat.
Tilfarið spennir seg vítt. Frá vanligum vøkrum fólkasangum til kvæði og Kingo. Tey flestu løgini eru heimagjørd, har yrkingar av kendum føroyskum rithøvundum, verða brúktar. Sangirnir eru natúrliga valdir og eru allir á føroyskum; burtursæð frá tí eina sanginum, ein Kingo Sálmur, sum Hans Jacob á Brúnni úr Fuglafirði syngur. Hann kvøður eisini í kvæðnum ?Í Gøtu ein dag?. Við er eisini ein útseting av sanginum ?Áh, kundi á tíðarhavi? hjá Hanus Johansen . Tann eina tekstin hevur móðir Eivør, Sædis Eilifsdóttir skrivað. Hetta hevur týtt sera nógv fyri ta ungu songkvinnuna. Eivør fór úr 9. flokki at spæla tónleik og hevur fingið stuðul heimanífrá til tess. Hetta hevur havt alstóran týdning, sigur Eivør.
Hendan útgávan verður uttan iva eitt spennandi íkast til føroyskan tónleik.