Eivør á pall í Danmark

Danmarks Radios Bigband og Eivør Pálsdóttir fara á pall í Copenhagen Jazzhouse í næstu viku

Eivør Pálsdóttir og Danmarks Radios Bigband hava givið fløgu út, sum fær rós. Nú fara tey á pall við útvaldum tónum av fløguni, ið nevnist Trøllabundin.
Mikudagin tann 23. mars og hósdagin tann 24. mars fara tey á pall í Copenhagen Jazzhouse. Báðar konsertirnar eru kl. 20:30.
                      Politiken hevur rósandi orð at bera samstarvinum millum Eivør og viðurkenda danska bigbandið.Eivør verður rópt nýggj stjørna á norðurhválvinum. Ummælarin á blaðnum, Erik Jensen, hevur áður givið fløgu hjá Eivør 5 hjørtu og segði tá m.a., at songkvinnan úr Gøtu hevur rødd, karisma og er egin (original) í so stóran mun, at hon kann gerast eitt heimsnavn. Sambært blaðnum kunnu danir gleða seg til at uppliva samstarvið millum Eivær og DR Bigband á palli í næstu viku