Eivør á pall saman við Nephew

Fríggjakvøldið var Eivør á palli saman við danska bólkinum Nephew, sum framførdi á P3 Guld 2010, ið varð víst beinleiðis á DR2. Talan var um eina serstakliga góða framførslu frá rockbólkinum, sum fyrr um kvøldið ógvuliga hóskandi hevði fingið P3 Live heiðurslønina.

Nephew spældi sangin Police Bells and Church Sirens, og Eivør trein á pallin og gjørdist partur av framførsluni, tá sangurin var hálvrunnin. Eivør, sum sang á føroyskum, gav við síni sermerktu rødd sanginum eina heilt aðra dimensión.

Hetta vísti seg eisini at rigga serstakliga væl, og framførslan hevur eisini vakt ans í donskum fjølmiðlum.

 

Heimasíðan musikbase.dk, ið er ein tónleikaheimasíða við tíðindum og ummælum, gevur framførsluni sera góð skotsmál.

- Det gav en fremragende ekstra dimension til nummeret, og vi formoder, at de fleste i salen og hjemme i stuerne fik kuldegysninger, da hun trådte ind på scenen og fyrede den maksimalt af, skrivar musikbase.dk um ískoyti hjá Eivør til framførsluna hjá Nephew.

 

Til ber at síggja og hoyra framførsluna hjá Nephew og Eivør á:

www.youtube.com/watch