Eivør er á ferð, og hevur fyri stuttum staðið á palli í Los Angeles. Tann 22. og 23. stendur hon á palli í Boulder Theatre í Colerado saman við Wardruna.
Úr USA skrivar Eivør á sínum Facebook-vanga; Europe, I'm coming for you!
Nú liggur nevniliga ein long ferð í Europa fyri framman, tann sonevnda Into The Mist ferðin, har Eivør vitjar í fleiri londum.
Á ferðini vitjar hon lond sum Russland, Litava og Pólland, og tá hon nærkast okkara leiðum aftur eru m.a. Týskland og Bretland á skránni.
Á ferðini, sum byrjar 28/9, og endar 27/10, fara Eivør og manning hennara á pall 21 ferðir.