Tað hendir ein rúgva hjá Eivør Pálsdóttir um dagarnar. Songkvinnan skal á konsertferð við Nephew, men hevur eisini tikið upp sang til næstu útgávu sína, har Fríbjørg Jensen og Nicolina av Kamarinum syngja kór.
Harumframt hevur songkvinnan eisini gjørt sáttmála við plátufelagið Copenhagen Records. Tað er hetta felag, sum gevur út fløguna hjá Eivør fyrst í næsta mánaði.
? Teir vístu veruligan áhuga, tóktust skilja mín tónleik og hava stórar framtíðarætlanir. Tað fekk meg at gera sáttmálan við Copenhagen Records, sigur Eivør við mess.fo.
Við sáttmálanum við Copenhagen Records kemur Eivør undir sama tak sum fleiri av størstu donsku nøvnunum, eitt nú Nephew, Alphabeat, Carpark North, Spleen United, Nexus Music og Selvmord.
Fyrsta útgávan hjá Eivør og Copenhagen Records verður ein EP við fýra løgum, ið eru Undo Your Mind, Monster, Wall of Silence og Mussisjúk.
Tað er á hesum síðstnevnda sangi, at tær báðar Fríbjørg Jensen og Nicolina av Kamarinum syngja kór. Mess.fo hevur prátað við Eivør um komandi útgávuna, og hon er eftir øllum at døma ógvuliga fegin um, at hava fingið tær báðar við á fløguna.
? Mussisjúk hevur eisini eitt sovorðið róligt, melankolskt, syngivinarligt niðurlag, sum riggar akkurát til teirra røddir saman, sigur Eivør við Mess.
At Eivør hevur nógv um oyrini, sæst við at hyggja eftir kalendara hennara. Í mars skal hon og bólkurin hita upp fyri Nephew á fýra konsertum, umframt at hon eisini er gestasangari á trimum øðrum konsertum teirra.
Í apríl fara Eivør og bólkurin so sjálv á konsertferð.