Konsert
Konsertrøðin ”Give Peace A Chance” var hetta vikuskiftið, hon er samstarv millum 10 sangarar, Sinfóníuhljómsveit Íslands og ein rokkbólk. Sangararnir vóru 8 mannfólk, m.a. kendi blúsarin KK og tungmálms skríggjarin Jens Ólafsson úr Brain Police. Kvinnurnar vóru Eivør og vinnarin av íslendsku Idols kappingini Hildur Vala, tilsamans sungu tey 23 John Lennon løg. Sambært Jens Guð, ið var á tveimum av konsertunum, so var Eivør í serflokki.
- Tað er eingin ivi um, at tað var Eivør í stjól showið. Hon gjørdi tey bæði Lennon løgini In My Life og Real Love til rættilig Eivør løg. Hetta var langt burtur frá karaoke versiónunum. Hon helt seg ikki tætt at upprunaútgávunum, men broytti løgini fullkomiliga til hennara egna stíl. Og tað var stílur! Eg fekk gásahold av vakurleikanum í framførsluni, sigur Jens Guð.
Hann greiðir frá, at nakrar miðaldrandi kvinnur, ið sótu við hansara lið, fingu tár í eyguni, og ein teirra segði:
- Hetta er ov vakurt til at vera satt! Eg vildi ynskt, at eg kundi fryst hesa løtuna og verið verandi í henni í allar ævir.
Jens Guð sigur, at tað eisini hoyrdist á lógvabrestunum bæði tá hon fór á pallin og av aftur, at framførslan hjá Eivør var hæddarpunktið á kvøldinum. Hinar framførslurnar stóðu sambært honum í skugganum av henni hjá Eivør. Hann sigur, at longu frammanundan konsertirnar var Eivør tann, ið fólk væntaði sær mest av, men hon livdi upp til hetta og nakað væl afturat. So eftir konsertina var samrøðu evnið, hvør hevði havt næstbestu framførsluna, tí eingin var í iva um hvør framførsla var tann besta, sigur Jens Guð.
Give Peace A Chance konsertirnar vórðu tiknar upp av íslendsku Rás 2 og verða sendar har á jólum, tá ber eisini til hjá føroyingum at hoyra tær á alnetinum.
Jens Guð sigur, at nú bíðar hann í spenningi til útseldu Frosrósu diva konsertirnar, ið verða í morgin og í ovurmorgin. Tá fara divurnar norska Sissel Kyrkjebø, írska Patricia Barton, íslendska Ragnhildur Gisladóttir, grikska Eleftheria Arvanitaki, enska Petula Clarke og føroyska Eivør Pálsdóttir á pall saman í størsta íslendska konsertstaðnum Laugardalshøllini.