Eivør skrivar nýtt kapittul

Tað byrjaði við Clickhaze og einum Prix Føroyar sigri. Síðani hevur Eivør Pálsdóttir verið á eini drúgvari og hendingaríkari ferð í listaheiminum, sum hevur fevnt um alt frá konsertum við Føroya Synfoniorkestri og DR Big Band til samstarv við Nephew, Nicolinu av Kamarinum og Fríðbjørg Jensen. Á næstu útgávuni gongur Eivør nýggjar leiðir, men vitjar eisini aftur har, alt byrjaði fyri tíggju árum síðani

Rock. Skitið. Vandamikið. Tað eru orðini, Eivør Pálsdóttir brúkar, tá hon skal lýsa næstu fløgu sína.

– Hetta er ein heilt onnur genra. Eg vildi flyta meg frá folk-pallinum og tað havi eg eisini gjørt við hesari útgávuni, sum er meira pop, rock og indiekend, sigur Eivør Pálsdóttir.

Songkvinnan úr Gøtu er í dag 26 ára gomul. Fyri 13 árum síðani, tá Eivør var 13 ára gomul, vann hon ársins songrødd í Føroyum. Sum 15 ára gomul byrjaði hon at syngja í bólkinum Clickhaze og tvey ár seinni vann hon Prix Føroyar-kappingina við hesum sama bólki, sum síðani hevur fingið kultstatus í føroysku tónleikasøguni.

– Eg havi verið á eini langari ferð. Um eg skal hyggja aftur, so føli eg, at eg havi gjørt tey tingini, sum eg skuldi gera og skrivað teir sangirnar, sum vildu verða skrivaðir. Við nýggju útgávuni gangi eg nýggjar leiðir, samstundis sum eg onkursvegna merki, at eg eisini eri komin aftur til røturnar. Júst henda samanrenningin kennist sera røtt júst nú, sigur Eivør Pálsdóttir.


Ikki Clickhazse og tó

Hóast songkvinnan ikki hevur gloymt sín uppruna, verður tað kortini ikki Clickhaze í nýggjum hami, hon borðreiðir við á næstu fløguni. Men tá tað er sagt, so er kortini greitt, at tað eru fleiri av somu fólkunum, ið vóru við at mynda Clickhaze í síni tíð, sum so ella so taka lut í hesi verkætlanini hjá Eivør. Ein verkætlan, sum fevnir um eina EP, ið kemur á marknaðin í næstu viku, og eina fløgu, sum verður givin út í mai.

Jens L. Thomsen stendur fyri framleiðsluni, Høgni Lisberg spælir trummur og Mikael Blak spælir bass. Harumframt hevur Petur Pólson skrivað tveir tekstir til fløguna, umframt at ein gamal Clickhaze sangur eisini er sloppin upp í part á EP’ini. Talan er um sangin Wall of Silence, sum bólkurin ongantíð innspældi í síni tíð.

Eivør leggur dent á, at nýggi stílurin liggur rímiliga langt vekk frá tí, Clickhaze er kent fyri.

– Vit venda ikki aftur í orðsins rætta týdningi, tí eg meti hesa útgávuna at vera eitt stórt fet frameftir, greiðir Eivør frá. Men mín tónleikaferð byrjaði við teimum og tað, eg geri nú, er nakað, eg eri komin fram til gjøgnum alt tað, eg havi roynt og gjørt higartil, sigur Eivør.

Umframt áðurnevndu tónleikarar, spælir Benjamin Petersen gittar á fløguni. Tað merkir, at tónleikararnir á fløguni kenna hvønn annan sera væl.

– Hetta eru øll fólk, ið kenna meg út og inn og vit eru meiri ella minni uppvaksin saman reint tónlistarliga. Hetta hevur við sær, at vit kunnu venda og snara tingum, uttan at nakar okkara fær ilt av tí. Samstundis hevur tað eisini latið upp fyri møguleikanum at kava longur niður í tingini, sigur Eivør um tilgongdina, sum hon lýsir sum sera gevandi og læruríka.


Mpiri og strúkarar

Úrslitið av hesum arbeiði verður at finna á fløguni, sum í fyrsta umfari kemur í føroysku, íslendsku og donsku handlarnar.

– Tað hevur verið ein rættiliga drúgv prosess, men tað hevur so eydnast okkum at finna fram til nakað, sum vit meta sum heilt unikt, sigur Eivør Pálsdóttir um samstarvið við Jens L. Thomsen.

Hvussu verður og ikki, so er í øllum førum talan um forkunnugt tilfar á fløguni.

Millum annað hevur Eivør fingið Trónd Bogason at seta sín dám á fløguna. Hann hevur gjørt útsetingar fyri strúkarar og kór, sum er innspælt av íslendsku kvartettini Kaputt og føroyska kórinum Mpiri.

Eitt annað, sum eisini merkir fløguna, er, at hon er upptikin live.

– Eg ynskti at fáa ein orkesturdám á upptøkurnar, og tí eru vit eisini farin sum ein bólkur í upptøkuhølini, greiðir Eivør Pálsdóttir frá.


EP við Nikolinu og Fríðbjørg

Tað ganga tó góðir tveir mánaðir, áðrenn sjálv fløgan fæst til keyps. Inn til ta tíð mugu vit taka til takkar við einum slagi av brellbita, tí í næstu viku kemur EP’in á marknaðin við fýra løgum.

– Eg haldi tað klæddi hesum prosjektinum at geva eina EP út. Tað er ein gammeldagsmáti at gera tað uppá, og so fáa fólkini eisini mín nýggja tónleik í smáum pørtum, sum kanska eisini er gott, sigur Eivør flennandi.

Á hesi útgávu eru tað ivaleyst mong, sum síggja fram til áður umrødda Clickhaze lagi, meðan onnur gleða seg til lagið Mussisjúk. Hetta er eitt lag, har Eivør hevur fingið Nikolinu av Kamarinum og Fríðbjørg Jensen at syngja kór.

Sermerkt við hesum lagnum er eisini, at tað – eins og lagið Monster – einans vera at finna á EP’ini og ikki vera partur av fløguni, sum kemur í mai.


Hevur sett ein varða

Tær báðar føroysku songkvinnurnar eru bert tvey av óteljandi listafólkunum, Eivør Pálsdóttir hevur arbeitt saman við seinastu tíggju árini.

Føroya Symfoniorkestur, Íslendska Symfoniorkestri, Bill Bourne, Danmarks Radio Big Band og Nephew eru onnur nøvn, Eivør hevur verið á palli saman við.

Av øðrum verkætlanunum kann íslendski sjónleikurin Úlfhamssaga nevnast, har Eivør gjørdi allan tónleikin og spældi við sjálv, umframt at hon eisini hevur málað og sýnt fram.

Hesi árini hevur Eivør eisini latið seks fløgur úr hondum. Tann seinasta var ein livefløga, sum virkaði sum eitt slag av súmbolskum punktum fyri eitt tónleikaskeið hjá Eivør.

– Við tí útgávuni vildi eg onkursvegna heiðra fortíðini og tí, sum er gjørt. Fløgan skuldi virka sum eitt slag av uppsamling og er ein varði í míni tónlistarligu yrkisleið. Eg vildi seta eitt virðiligt punktum, áðrenn eg fór undir næsta kapittul, sigur Eivør Pálsdóttir.


Punktum og so víðari

Við teimum báðum næstu útgávunum gongur Eivør nýggjar leiðir reint tónlistarliga. Sjálv samanber hon tað við ein málara, sum er liðugur við at mála eitt motiv, men kortini ikki er liðugur at mála sum heild.

– Nú máli eg so eitt nýtt motiv, sigur Eivør.

Føra vit henda metaforin víðari, so kunnu vit siga, at Eivør í roynd og veru málar á fleiri lørift í løtuni. Umframt fløguútgávur, er Eivør Pálsdóttir eisini partur av konsertferðini hjá Nephew, har hon stendur fyri upphitingini og er gestasangari. Aftrat hesum hevur hon verið partur av konsertum hjá Sebastian, luttikið á videolagi hjá Høgna Lisberg og gjørt sáttmála við plátufelagið Copenhagen Records.

Allar hesar verkætlanir eru tó ikki nakað, sum fær Eivør Pálsdóttir at missa fótafesti.

– Eg hvíli væl í tí, sum eg geri og eri takksom fyri at eg kann gera tað, sum eg elski at gera. Men eg havi brúk fyri at merkja, at eg flyti meg, sigur hon avgjørd og leggur aftrat, at hevði hon havt tíð, so hevði hon málað eins og hon onkuntíð hevur gjørt fyrr, so hevði hon eisini gjørt tað nú.

– Faktiskt er lívið alt ov stutt. Tað skuldi verið helvtina longri og tað skuldi døgnið eisini verið, sigur Eivør Pálsdóttir.


--


FAKTA


Eivør Pálsdóttir er 26 ára gomul og uppvaksin í Gøtu. 13 ára gomul vann hon kappingina Ársins Songrødd, og sum 15 ára gomul gjørdi hon av at gevast í skúlanum og brúka alla sína tíð upp á tónleik.

Higartil hevur hetta kastað seks fløguútgávur av sær, umframt at Eivør eisini hevur verið partur av øðrum útgávum. Av teimum er tað ivaleyst EP’in við Clickhaze frá 2002, sum nógv minnast best. Tað var eisini við hesum bólki, at Eivør vann Prix Føroyar í 2001.

Fløgurnar hjá Eivør komu út í 2000 (Eivør Pálsdóttir), 2002 (Krákan), 2003 (Eivør), 2004 (Trøllabundin), 2007 (Mannabarn/Human Child) og beint fyri jól kom sætta útgáva hennara, ið var ein livefløga við gomlum løgum.

Mikudagin 11. mars kemur EP-útgávan hjá Eivør á marknaðin og í maimánaði kemur fløgan.