Eivør í íslendskum sjónvarpi

Føroyingar hava høvið at fylgja við á alnetinum, tá sjónvarpsrásin hjá Ríkisútvarpinum ger vangamynd av Eivør Pálsdóttir.

Í kvøld vísir íslendska sjónvarpið 6 part av røðini Tónlist er lifið, har vangamyndir verða gjørdar av íslendskum tónleikarum. Í kvøld eru tað bass-sangarin Thor Kristinsson og songkvinnan Eivør Pálstóttir, ið verða lýst.

 

Upptøkurnar til vangamyndina av Eivør eru m.a. gjørdar á vitjan hjá Eivør heima í Gøtu. Sendingin verður send kl. 20.10 íslendska tíð, sum í løtuni eru sama tíð sum føroysk tíð. Sendingin sæst eisini á netvarpinum hjá Ríkisútvarpinm, ið liggur á heimasíðuni ruv.is

 

Beinleiðis slóðin er:

 

dagskra.ruv.is/streaming/sjonvarpid/live/