Klokkan átta í kvøld fer Eivør Pálsdóttir á pall á stóra spælistaðnum Vega í Keypmannahavn. 27 ára gamla songkvinnan hevur spælt fleiri konsertir í Noregi seinastu dagarnar, í sambandi við at fløgan Larva kom á norska marknaðin 15. november, men nú ger Eivør eitt lítið legg til danska høvuðsstaðin, áðrenn leiðin gongur til Íslands, har hon hevur fleiri konsertir í desembermánaði.
Vega er stórt spælistað við tveimum hølum, Store Vega og Lille Vega. Eivør spælir í Lille Vega og tað eru framvegis atgongumerkir eftir til konsertina, sum byrar klokkan 20.00 danska tíð.