Tá ið tilnevningarnar til íslendsku leiklistavirðislønirnar vórðu kunngjørdar í vikuni, var Eivør Pálsdóttir úr Gøtu millum tey, sum vórðu skotin upp at vinna eina slíka virðisløn.
Eivør er í uppskoti fyri ljóðið og tónleikin, sum hon skrivaði til leikin Úlfhamssøgu. Tilnevningar til íslendsku leiklistavirðislønirnar verða gjørdar í 15 greinum, og fimm verða innstillað í hvørjari grein.
Úlfhamssøgan fekk næstflestar tilnevningar ? sjey í tali fyri dans, búnar, leikmynd, ljós og ársins leik umframt fyri tónleikin og ljóðið. Flesti tilnevningar fekk leikurin Mýrarljós, ið var framførdur í tjóðleikhúsinum.
Eisini føroysk leikstjórn
Úlfhamsøga er framleidd av ein lítlum sjálvstøðugum leikhúsi hjá Mariu Ellingsen. Maria er fødd og uppvaskin í íslandi, men hon er dóttir Ásbjørg Thorsteinsson úr Vági, og hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroysku kvæðunum. Maria er sjálv sjónleikari, men Úlfhamssøga er hennara fyrsta roynd at leikstjórna.
Úlfhamssøgan byggir á gamlar rímur, ið siga frá kærleika og stríð. Rímurnar hava verið ókendar, men Aðalheiður Guðmundsdótttir fann hesar rímur og skrivaði tær niður, og Maria helt at rímurnar vóru so spennandi, at hon vildi gera ein leik burturúr teimum.
Eivør inn í myndina
Eivør Pálsdóttir var tá flutt til Íslands at búgva, og Maria hevði upplivað Eivør á palli. H var ikki í iva um, at tað skuldi vera Eivør, ið gjørdi tónleikin. Og soleiðis endaði tað við, at Eivør longu sum 19 ára gomul játtaði at ger tónleikin til ein leik, ið tá bara var nakrar niðurskrivaðar rímur.
Harumframt setti Maria Ellingsen seg í samband Snorra Freyr Hilmarsson, ið er íslendskur myndlistamaður, ið fleiri ferðir hevur verið í Føroyum og gjørt pallar, og Rejo Kela, ið er ein kendur finskur dansari. Síðani arbeiddu tey fýra saman og góvu gomlum rímum nýtt lív við at seta tær saman við nýmótans myndlist, tónleiki, dansi og leiklist.
Koma til Føroya
Tíggju leikarar er við í sýningunum og allur tónleikurin verður framførdur live við Eivør á pallinum alla tíðina. Tónleikurin er ikki nakað, sum Eivør hevur framført palli í Føroyum, men tað kann tó nevnast, at eitt av løgunum ? Endurfødd ? er við á fløguni Trøllabundin við Eivør og DR Bigband.
Úlfhamssøgan var fyrstu ferð framførd í oktober 2004, og sýningar vóru fyri fullsettum Hafnarfjarðar leikhúsi heilt fram til jóla. Føroyingar kunnu gleða seg, tí tann 1. september í ár verður høvi at síggja leikin í Norðurlandahúsinum.