Eivør var hugtakandi

Hóast hon ikki hevði teir stóru møguleikararnar at vinna íslendska Grand Prixið, hevði songkvinnan úr Gøtu eina hugtakandi og inniliga framførslu, sum hon kann vera errin av

Reykjavík: Merkið veittraði, tá ið Eivør Pálsdóttir fór á pallin í Háskólabíó í Reykjavík leygarkvøldið. Høvið var íslendska Grand Prixið, sum varð sent beinleiðis í bæði íslendskum og føroyskum sjónvarpi.
Skyldfólk hjá songfuglinum vóru farin á flog úr Føroyum, og í Reykjavík gjørdu tey sítt til at fjálga um hjá Eivør, so tað kundi verða sum í reiðrinum í Gøtu. Og tað eydnaðist.
Eivør var sum á heimavølli. Hon var púra trygg, tá ið hon sang jazzutu balladuna »Í nótt«, og hon livdi seg rættiliga inn í sangin. Sterka og erliga úttrykkið vísti eina songkvinnu, sum er framúr á einum palli ? eisini tá ið trýst er á við beinleiðis sjónvarpi og útvarpi.
Sangurin og framførslan hjá Eivør var fult á hædd við alt annað, sum tað varð borðreitt við hetta kvøldið, men sangurin hevði tað í móti sær, at hann var ikki ein vanligur Grand Prix-sangur, og tá ið íslendska fólkið hesaferð skuli velja vinnaran, var tað ósannlíkt, at hon kundi vinna.
Á ein hátt var støðan hjá Eivør at líkna saman við hana, sum Pætur við Keldu var í til danska Grand Prixið fyri einum ári síðani.

Royndin var góð
Seinnapartin leygardagin framførdi Eivør sangin hjá sær tvær ferðir til aðalroyndina, og tað tóktist, sum um um røddin hjá henni stóð sterkari í ljóðblandingini til royndina, enn hon gjørdi til sjálvt Grand Prixið.
Men her var talan um smálutir, sum ikki nervaðu framførsluna, sum var frálíka góð og verdug.
Eivør Pálsdóttir var í kjólanum, sum hon sjálv hevði teknað, og sum var seymaður til Grand Prixið. Súreplagrøni kjólin riggaði væl á pallinum, har litirnir annars vóru nógvir.

Fløgan rendi seg fasta
Íslendska Grand Prixið hevði nógvan tónleik at bjóða, og tað vóru eisini ymiskir sangir á skránni. Summir tónasmiðir høvdu roynt at skriva sangir eftir frymilinum, sum ofta verður brúktur í kappingini, meðan aðrir leitaðu nýggjar leiðir.
Punkbólkurin Botnleðja var sum ein tiltrongd hvirla í poppmeldrinum, og eisini rockabbin Rúnar Júlíusson við sínum sjeytiáraíblástri var góður at hava afturat øllum hinum.
Hreimur Ørn Heimisson hevði fingið heiðurin at syngja tveir sangir, og meðan fyrri framførslan gekk strúkandi, gjørdist støðan pínlig undir seinnu framførsluni, tá ið fløgan við tónleikinum rendi seg fasta í geislaspælaranum, og hann noyddist at gevast at syngja.
Grand Prixið bjóðaði eisini typiskar Grand Prix-balladur, har var svingandi popptónleikur, og sumt hevði eisini ein feril av jazzi yvir sær.

Heilsan til føroyingar
Tað varð gjørt nógv burtur úr íslendska Grand Prixnum, og tiltakið riggaði avbera væl. Stóri salurin í Háskólabíó var sum skræddaraseymaður til tiltakið, og ljóðið var knasandi gott. Eftir nøkur vikuskifti við Prix Føroyum, kundi skjótt staðfestast, at her høvdu føroyingar kunna lært nakað av tí klára og væl defineraða ljóðinum, sum fekk tað besta burtur úr øllum sangunum.
Vertirnir báðir høvdu fyrireikað seg til, at ein stór føroysk hyggjarafjøld sæt framman fyri skíggjan hetta kvøldið. Teir fingu allar áhoyrarnar at senda eina heilsan til Føroya, og tað varð tikið væl upp av íslendskum.
? Gott kvøld, Føroyar, rungaði tað í salinum tvær ferðir, áðrenn Eivør Pálsdóttir slapp á pallin.
Vertirnir royndu seg eisini við íslendskum skemti. Sumt eydnaðist betur enn annað, men við hvørt kann skemt á skíggja upplivast øðrvísi, enn tað ger millum eina væl hýrda áhoyrarafjøld í einum sali.
Tiltakið gekk sum smurt, og einasta minussið var, tá ið fløguspælarin gjørdi vrøvl einu ferðina.

Eitt stórt upplivilsi
Aftan á Grand Prixið varð Eivør móttikin við opnum ørmum av teimum fegnu skyldfólkunum, sum høvdu fylgt henni frá teimum bleytu sessunum í salinum.
Hóast hon ikki kom fram millum tey fremstu í sjálvari kappingini, hevði Eivør gjørt vart við seg á ein dámligan og innbjóðandi hátt, og tað verður henni uttan iva til stóra hjálp næstu tíðina. Hetta fegnastu skyldfólkini eisini um, og tey høvdu eisini góðan møguleika at vera saman og hugna sær í íslendska høvuðsstaðnum.
Sunnukvøldið sang Eivør í dómkirkjuni í Reykjavík, og tá var familjan eisini til staðar.
? Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri okkum. Eivør stóð seg væl, og eg eri sera stolt av henni, segði mamma Eivør, Sædis Eilifsdóttir, áðrenn tey mánamorgunin settu kós ímóti Føroyum aftur.
? Tað hevur verið hugaligt at samla ein stóran part av familjuni í Reykjavík. Vit hava havt havt tað gott saman, og tað hevur eisini gjørt tiltakið til nakað serligt.