Týskvøldið 23. november hevur Eivør Pálsdóttir konsert í Müllers Pakkhúsi í Havn. Saman við henni fer at Bill Bourne at syngja og spæla.
Konsertin verður í sambandi við, at Eivør Pálsdóttir gevur nýggja fløgu út á íslendska plátufelagnum 12 Tónar.
11 sangir eru á fløguni, og teir eru tiknir upp í Thule Studio í Reykjavík. Eivør hevur seinnu árini sungið sangir á ymiskum málum, og hetta hoyrist aftur á nýggju fløguni. Har eru sangir á føroyskum, svenskum, íslendskum og enskum.
Eivør hevur sjálvt gjørt orð og lag til fimm av songunum, meðan hinir sangirnir eru coverløg. Ein av sangunum er Mær Leingist, sum hevur verið nógv at hoyra í ár.
Einfaldur tónleikur
Nýggja fløgan hjá Eivør er ein friðarlig fløgu, har røddin hjá Eivør er í miðdeplinum og bara fá ljóðføri verða nýtt afturat. Mesta av undirspælinum er akkustiskari gittar, kontrabass og slagverki.
Á heimasíðuni hjá Eivør ber til at hoyra broyt burtur úr sangunum á nýggju fløguni. Heimasíðan er at finna á adressuni www.eivor.com.
Eivør spælir framvegis sjónleik í Íslandi, og tað skal hon halda fram við til 12. desember. Men hon brúkar eina fríløtu til at koma heim til Føroya at hava eina konsert í sambandi við útgávuna.
Atgongumerki til konsertina í Müllers Pakkhúsi kunnu keypast í forsølu á Kunningarstovunum í Havn og Runavík.
Fløgan verður sett til sølu tann 24. november.