Eivør hevur barnakonsert

Eivør syngur barnasangir í Norðurlandahúsinum í dag

Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin til íslendska dukku- og skuggaleikin "Skrímslið lítla systir mín.

 

Í dag, tá leikurin verður sýndur í Norðurlandshúsinum, kunnu børnini hoyra Eivør syngja hesar og aðrar barnasangir live í Høllini.

 

Konsertin byrjar klokkan 15.00 og er ein hálvan tíma, soleiðis at sjálvt tey smæstu kunnu vera við.