Ekliptika hevur skift eigara og navn

Fyri trimum mánaðum síðan keypti felagið P/F Fossá, sum Hálvdan Gudmundsen og aðrir eiga, línubátin Ekliptiku á tvingsilssølu. Um eina ella tvær vikur loysir skipið aftur, og nú verður tað undir gamla navninum, Venus

Fiskivinna

Tað vóru klaksvíkingar, sum áttu Ekliptiku, ið er fyrrverandi norski frystilínubáturin, Øyliner, sum fleiri føroyingar áður hava verið við.
Ekliptika hevði ongar kvotur í føroyskum sjógvi og teir, sum áttu skipið, noyddust at "smyrja" seg við tí, sum teir kundu fáa í altjóða sjógvi.
At klaksvíkingar so eisini vóru óhepnir á ymiskan hátt, gjørdi ikki støðuna betri, og endin var, at skipið fór undir hamaran.
Tíðliga í summar keypti so felagið, P/F Fossá, sum Hálvdan Gudmundsen og aðrir í Sandavági eiga, skipið.
Ekliptika kallast nú Venus, sum er gamalt skipanavn í Vágum.

Ísa og frysta
Hálvdan Gudmundsen sigur, at frystilastin er varðveitt í Venusi, og nú skipið er um at vera klárt at loysa, hava teir bæði møguleikar at ísa og frysta veiðina.
Hann heldur, at hetta kann gerast ein fyrimunur, serliga tá ið roynt verður í altjóða sjógvi, har túrarnir væntandi verða longri enn undir Føroyum og Íslandi.
-Men frystilastin kann eisini koma til góðar, tá ið roynt verður undir Íslandi. Tá kunnu vit frysta fiskin, sum vit fáa teir fyrstu dagarnar  og síðan ísa restina av veiðini.
Hálvdan sigur, at hóast túrurin tá dregur út, tí veðrið kanska ikki háttar sær  ella tí, at lítil fiskur er at fáa teir fyrstu dagarnar, kann skipið kortini koma heim eftir ein longri túr við góðum fiski.
Umframt, at Venus hevur kvotur í altjóða sjógvi vestanfyri, hevur skipið eisini fiskidagarnar hjá eitt nú gamla Venusi undir Føroyum.
- So, grundarlagið skuldi nú verið so frægt, sum tað kann vera, sigur reiðarin.

Stórar broytingar
Hálvdan Gudmundsen sigur, at nú skipið er um at verða klárt til fiskiskap aftur, stendur Venus felagnum í umleið 8-10 mió krónum, og ein lítil helmingur av hesi upphædd er farin til umbygging og rationalisering.
- Hetta er nógvur peningur, men tú fært einki bíligari skip í dag, sigur hann.
Reiðarin sigur, at egningarmaskinan og øll línuskipanin er skift út við tað nýggjasta, sum Mustad hevur á marknaðinum. Línuspælið er hitt sama, men rullur og dragilúka eru eisini nýggj.
- Aftrat hesum er gamla arbeiðsdekkið tikið úr skipinum og er skift út við nýtt, sigur Hálvdan.
Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum hevur staðið fyri arbeiðnum umborð á Venusi.
Umborð á skipinum eru koyggjur til 15 mans, men væntandi fer manningartalið at liggja millum 13 og 15.
Skipari verður Hans Petur Samuelsen úr Haldarsvík, sum hevur siglt við norðmonnum, og sum seinastu tíðina hevur verið við Gullbergi.

Um tvær vikur
- Eg vænti, at skipið verður klárt at loysa, tá ið ein vika er farin av oktober. Ætlanin er fyrst at fara undir Føroyar at royna útgerðina, og síðan verður farið til Íslands, har vit eiga eini 100 tons eftir.
Hálvdan Gudmunsen sigur, at hóast Venus eigur 127 fiskidagar á landgrunninum, kvotu undir Íslandi, umframt dagar á djúpum vatni undir Føroyum og nakrar dagar á Føroyabanka, er ætlanin komandi ár eisini at fara í altjóða sjógv at royna.
- Alt bendir á, at fiskidagarnir undir Føroyum gerast færri og færri, og tí er umráðandi, at vit gera brúk av øllum teimum møguleikum, sum loyvið gevur. Haraftrat kemur, at gamli Venus liggur í løtuni, og vit fáa sum frálíður at síggja, hvussu langt loyvini, vit nú hava, fara at røkka, sigur Hálvdan Gudmundsen.