Kona Tiger Woods, sum skjótt verður ekskona, hevur dugað sera væl at forhandlað, nú skilnaðurin hevur verið fyri. Hon hevur tryggjað sær 4,5 milliardir krónur. Parið hevur verið frammi í øllum heimsins miðlum, síðani tað kom fram, at Tiger Woods hevur havt eina langa røð av elskarinnum.
Men hóast svenska Elin Nordegren er eyðmýkt, so er hon ikki fallin í fátt, og hon hevur dugað sera væl at forhandlað undir skilnaðinum.
Hon fær nevniliga 750 milliónir dollarar, sum eru umleið 4,5 milliardir krónur. Treytin er, at hon ikki fer í miðlarnar at greiða frá lívinum saman við Tiger Woods.
Sambært keldum er tað júst hennara hóttanir um at fara í miðlarnar, sum hava tryggjað henni ovurstóru upphæddina frá kenda golf-Tikaranum.