“Eksotisk” fiskasløg flyta seg norðureftir

Granskarar siga, at stórar broytingar eru í dýralívinum í Norðsjónum, har smá krabbadýr sum eitt nú vatnloppur mugu dvína fyri øðrum dýrasløgum, sum koma sunnaneftir. Avleiðingin er, at nebbasildastovnurin seinastu árini hevur verið í minking, og hetta er ikki minst gingið útyvir stovnin av sjófugli

Havumhvørvi

 

Hitin í Norðsjónum er øktur 1,5 stig síðan í 1980-unum. At sjóvarhitin er øktur, merkir eitt nú, at donsk skip nú kunnu fiska ansjósur. Mett verður, at veiða eftir ansjósum og sardinum fer at fáa størri og størri týdning fyri danska fiskiveiði tey næstu árini.

Hetta skrivar blaðið Nordjydske.

Summarhitin har norðuri í Norðsjónum svarar í dag til hitan í Ermasundi fyri 20 árum síðan.

 

Ymisk fiskasløg

Men tað eru ikki bara ansjósur og sardinur, sum flyta seg norðureftir við økta sjóvarhitanum.

Eisini norskir fiskimenn fáa javnan ymisk sonevnd “eksotisk” fiskasløg.

Aftenposten skrivar, at herfyri sóu fólk, sum búgva við skotsku strondina, eisini tveir hvíthávar.

Samstundis, sum Norðsjógvurin og havið norðanfyri rúma nýggjum fiskasløgum, flyta onnur fiskasløg seg longur norðuryvir.

So hvørt, sum sjóvarhitin økist, fer ein “forskjóting” fram norðureftir, og eitt nú síggja norðmenn, at makrelurin hevur flutt seg seinnu árini.

 

Broytt vistfrøði

Danskir granskarar vænta, at ein ávísur toskastovnur fer at verða varðveittur í Norðsjónum og Skagerak, men hesin fer at verða minni og fer at gerast meira sárbarur, enn hann er í dag.

Væntandi er tí ikki, at toskastovnurin fer at tola tað trýst, sum er á honum í dag.

Granskarar siga, at stórar broytingar eru í dýralívinum í Norðsjónum, har smá krabbadýr sum eitt nú vatnloppur mugu dvína fyri øðrum dýrasløgum, sum koma sunnaneftir.

Summi av nýggju dýrasløgunum eru rakari og eru soleiðis ikki eins góð føði hjá eitt nú nebbasild, sum serliga livir av vatnloppum.

Avleiðingin av hesum er, at nebbasildastovnurin seinastu árini hevur verið í minking, og hetta er ikki minst gingið útyvir stovnin av sjófugli.

 

Vit eru heppin

Vit kunnu skoyta uppí hesa áhugaverdu grein, at tá ið Fiskirannsóknarstovan gjørdi yngul-og ætikanningar í føroyskum sjógvi í summar, teknaðu útlitini seg væl á landgrunninum, bæði við plantu-og dýraæti, eins og gróðurin í sjónum í ár hevur verið yvir miðal.

Eitt annað, sum eisini gevur okkum góðar vónir um fiska-og fuglastovn í ár og vónandi nøkur ár fram, er, at Fiskirannsóknarstovan í sínum kanningum eisini staðfesti, at sera nógv vísir seg at vera til av hvítingsbróður-og nebbasildayngli, samstundis sum støðan við toskayngli var miðal, sum tikið verður til í frágreiðingini.

Kanningarnar á landgrunninum vístu eisini, at fiskayngulin yvirhøvur var væl vaksin og hevði nógva føði í maganum.

Á Føroyabanka er støðan ein onnur og minni góð, og kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni vístu, at lítið er av plantuæti, eins og lítið var til av fiskayngli, sum haraftrat var smáur.