Eksperimenterandi fólkatónleikur í Kelduni

(Frá Rás2) Hoyr konsertfyriskiparan, Jógvan Andersen greiða frá norðurírska bólkinum, Rend Collective

Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið sera virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á kristnu amerikansku útvarpsstøðini K-love.

 

Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan tann kristna tónleikapallin. Heili 12 fólk eru við í ferðaliðnum, sum kom til landið týsdagin.

 

Jógvan Andersen, konsertfyrireikari greiðir frá, at tað verður ein spennandi, eksperimenterandi fólkatónleikabólkur úr Norðurírlandi, sum hevur konsert í Kelduni í kvøld klokkan 20.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2/in.fo hevði við Jógvan Andersen í Kelduni ígjár.