Teir fyrstu 80 el-bilarnir frá GM verða royndarkoyrdir í summar. Fabrikkirnar hjá GM fara í 2010, í gongd við at framleiða bilin, sum fær navnið Chevrolet Volt.
Chevrolet Volt skal hava eitt 16kWh-battarí og GM arbeiðir við at útbyggja eina skipan, soleiðis at uppladingin fer fram, tá el-prísurin er biligast - t.v.s. um náttina.
GM roknar við, at bilurin kemur á marknaðin í USA í 2010, í 2011 verður bilurin eisini at fáa í Canada, men enn er einki sagt um, nær Volt verður at fáa í Europa.