1. juli í ár koma nýggjar el-installatiónsreglar i gildi. Í hesum sambandi skipar Áhugafelagið fyri El-innleggjarar í Havn fyri skeiði.
– Nýggju reglarnar eru gjørdar, tí krøvini til internationalisering um reglunum eru økt, bæði krøv til el-útgerð og el-innlegging, sigur Høgni Mikkelsen, formaður í felagnum.
– Øktur handil vil el-tólum landa millum, ið eru gjørd eftir altjóða reglum, sum skulu knýtast í el-installatiónir, krevur, at okkara installatiónir eisini verða tillagaðar altjóða reglunum, fyri at trygdin skal vera í hásæti, sigur Høgni Mikkelsen.
Hann sigur víðari, at sum støðan er í dag, so hava okkara installatiónsreglar nógvar serreglur, sum ger, at okkara installatiónir ikki liva fult upp til altjóða reglarnar, og tí skulu vit hava nýggjar reglar.
Hesar reglar koma í gildi í Danmark 1. juli 2017, og vanliga fylgja vit í Føroyum donskum reglum.
Høgni Mikkelsen sigur, at tey skipa fyri tveimum skeiðum sum eru í tveir dagar. Fyri el-innleggjarum, verkfrøðingum, eftirlitsfólki, SEV, Tekniska skúla og El-nevndini. Síðani verður eitt hold, sum ein dags skeið fyri elektirkarar frá teimum virkjum, sum hava teknað seg til sekiði. Tilsamans fara umleið 70 fólk á skeið hesaferð
Skeiðleiðari er Jørn Jørgensen frá »El-konsulenten« í Danmark. Hann hevur drúgvar royndir og nógvar álitsstørv í ymsum trygdarnevndum undir Fólkatinginum.
Byggivinnan stendur fyri stórum avbjóðingum og ikki minst broytingum, nú tað koma og eru komnar nógvar kunngerðir og lógir o. a. innan bygging.
– Sjálvur havi eg verið í el-yrkinum nú skjótt í 52 ár. Sjónligasta broytingin er, at tíðarætlanirnar og byggitíðin av stórum bygningum er stytt munandi – sjálvt um tílíkt arbeiði í dag er nógv meira tekniskt krevjandi. Tey, ið skipa fyri hesum byggingum, hugsa tíverri ikki um, at herdu krøvini gera byggitíðina longri og dýrari, sigur Høgni Mikkelsen.
Umframt omanfyri nevndu eltrygdarreglar, so eru eisini komin ein nýggj byggireglugerð (BR 16) í gildi 1. januar 2017, sum í Føroyum verður kallað »FBR 16«. Eisini nýggj brunareglugerð fyri ABA-skipanir, tað er sjálvvirkandi brunafráboðanskipanir, kom í gildi 1. Januar 2017 við sera nógvum broytingum.
– Tí er tað so umráðandi, at tær ymisku vinnufyritøkurnar, sum eru umfataðar hesum nýggju reglum, fáa sær neyðuga vitan skjótast, um tær skulu vera kappingarførar, sigur Høgni Mikkelsen.
Hann heldur, at eingin ivi er um, at tá tíð er fráliðin, fara ráðgevandi verksfrøðingavirkini at nýta og brúka hesar nýggju reglarnar. Hann heldur eisini, at tá vit ganga eftir altjóða reglum, fer at bera føroyskum fyritøkum til at bjóða upp á arbeiða uttanlands, eins og útlendingar bjóða upp á arbeiði í Føroyum.