Elbilur ársins bilur í Evropa

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein elbilur kosin ársins bilur í Evropa.

Tað vóru tilsamans 57 evropeiskir motorjournalister, sum skuldu tilnevna European Car of the Year 2011. Í grundgevingunum fyri at tilnevna Nissan Leaf til ársins bil verður m.a. sagt, at bilurin er brúkaravinarligur og eitt frambrot innan elbilar.


Nissan Leaf kann koyra upp til 175 km upp á eina løðing. Sølan av bilinum byrjar nú í desember í Japan og USA, meðan sølan í Evropa byrjar í 2011.