Eldraíbúðir og sambýli skulu byggjast !

Allan Hjaltalin
Valevni miðfloksins til Tórshavnar býráð
Tórshavnar kommuna útbyggir vegir og havnir sum ongantíð fyrr. Alt gott um tað, men nú er tíðin komin, at vit eisini hugsa um okkara eldru og veikastu.
Vit hoyra dag og dagliga um eldri borgarar, ið hava tørv á hjalp ella eini eldraíbúð, tí tey klára seg ikki einsamøll ella eru vorðin sjúk, men tørvur teirra verður tó ikki gingin á møti. Hetta vil eg arbeiða fyri verður broytt.
Vit hava eisini ein stóran tørv, tá ið tað kemur til okkara veikastu, brekaðu og sjúku. So kann ein siga at hetta er ein landspolitiskur trupuleiki, men vit kunnu í minsta lagi syrgja fyri at okkara egnu borgarar í Tórshavnar kommunu hava tað gott. Hesi fólk vera mangan nýtt sum kastibóltur millum land og kommunu, men veruleikin er tann, at vit mugu taka okkum saman og hjálpa hesum fólkum.
Um hetta er lands- ella kommunupolitikkur kann vera líkamikið, hetta eru borgarar í Tórshavnar kommunu, og skulu tí hava tað hjálp, ið allir borgarir hava rætt til.
Gev mær tína atkvøðu við býráðsvalið ?04, og eg skal arbeiða fyri at allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava tað gott og hava somu rættindi.