“Eldrabyrðan” vend á høvdið, tí samfelagsvinningur er í veksandi virknum eldraættarliðum

Hans Pauli Strøm
-----

Góðar grundir eru fyri at venda ræðumyndini um “eldrabyrðuna” á høvdið og heldur síggja møguleikar fyri samfelagsligum vinningi í veksandi virknum eldraættarliðum - heldur sum møguleika fyri øktari tilgongd av menniskjansligum tilfeingi enn sum nakrað hóttan.

“Eldrabyrðan” hevur verið brúkt sum ein hóttandi ræðumynd, fyri at fremja politiskar snaringar burtur frá grundleggjandi hugsanum um norðurlendsku vælferðarskipaninar, har aðaltátturin er tann felags, samhaldsfasta fíggingin av sosialari trygd og menning, hjá børnum og ungum, gomlum, sjúkum og førleikaskerdum.

“Eldrabyrðan” er í stuttum, at vit fáa samfelagsbúskaparligar trupulleikar av, at samstundis parturin av fólkinum í vinnuførum inntøkuskapandi aldri minkar, so veksur parturin við teim eldru útreiðslukrevjandi ættarliðunum.

So verður sagt, at hetta hevur almenni kassin ikki ráð til í framtíðini. Tí mugu vit fara frá at gjalda í felag, til at hvør skal gjalda fyri seg. Í grannalondum eru fleiri stig tikin í hesi borgarligu snaringini burtur frá samhaldsføstum skipanum, ikki bara við pensjónum, men eisini í eldrarøkt, heilsutænastum o.ø. Í Føroyum kann fyrsta stigið blíva ætlanin um at tvinga eina víðfevnandi pensjónsnýskipan ígjøgnum við lóg. Og við borgarligu høgrasamgonguni er fryktandi fyri, at hon fer longur á hesi leið, at privatisera felags ábyrgd og fígging á fleiri vælferðarøkjum.

Jú, vit vera fleiri eldri, men heldur enn at stara seg blindan uppá hetta sum ein demografiskan trupulleika, kunnu vit við góðum grundum síggja gongdina sum eina positiva demografiska avbjóðing, ið kann vera til stóran vinning fyri okkara samfelag, eisini búskaparliga.

Innset mynd 1, aldurssamansetingin
Myndin vísir aldursbroytingarnar síðstu 30 árini, og hvussu gongdin kann framskrivast næstu 40 árini. Samstundis sum bæði parturin við 0-20 ára gomlum og við 20-65 ára gomlum stendur í stað ella minkar, so veksur parturin av teimum eldri enn 65 ár.

Út frá hesum rokna teir “eldrakvotuna” sum 20-64 ára gomul í mun til 65 ára gomul og eldri. Her er høvuðspoengið í eldraræðumyndini, at meðan vit nú eru 4 í arbeiðsførum aldri fyri 1 eldri, so vera tað minni enn 2 arbeiðsfør fyri 1 eldri um 40 ár. Út frá tí er niðurstøðan, at tað fara vit ikki at hava ráð til við verandi skattafíggjaðu skipanum. Loysnin skal tí vera, at fólk í veksandi mun mugu gjalda sjálvi, við privatum uppsparingum og tryggingum, fyri umsorgan, veitingar og tænastur, sum vit í dag fíggja í felag.

Innset mynd 2, eldralutfall
Myndin omanfyri vísir eldrakvotuna, roknað á vanligan hátt við eldraættarliðnum frá 65 ár. Eg havi sett inn eina alternativa eldrakvotu, roknað frá 75 ára gomlum, sum eg haldi er betri í tráð við føroyska veruleikan nú og komandi. Tá sæst, at eldrakvotan frameftir fer at liggja rættiliga støðugt, við umleið 9 fólkum í vinnuførum aldrum fyri hvørt fólk 75 ár og eldri. Tað er nakað annað enn tey 2, sum summir búskaparfrøðingar forskrekkja við.

Eldri í Føroyum hava methøgan arbeiðstíttleika
Fleiri grundir eru fyri, at serliga í Føroyum er skeivt at rokna fólk longu frá 65 ára aldri fyri ein samfelagsbúskaparligan útreiðslupost, men at tey tvørturímóti eiga at síggjast sum eitt potentiali fyri øktum samfelagsbúskaparligum vinningi.

Innset mynd 3, arbeiðstíttleiki
Abeiðstíttleikin hjá fólki í vinnuførum aldri í Føroyum er nógv størri enn í Danmark og ES-15 londunum (ES uttan eystureuropa). Men nógv tann størsti munurin er júst í teim eldru ættarliðunum: at her halda fólk nógv longri á at arbeiða, ja langt upp í 70-ini (hagtølini fevna bert um fólk upp til 75 ár).

Onki bendir á, at hetta broytist skeivan veg. Tvørturímóti er við longdum liviárum veksandi grundarlag fyri, at arbeiðstíttleikin hjá eldri fólki verður uppaftur betri, um politiski myndugleikin í samstarvi við vinnu og fakfeløg gagnnýta møguleikan fyri hesum økta menniskjansliga tilfeingi við arbeiðsmarknaðarpolitiskum tiltøkum og reformum:
so arbeiðsmarknaðurin verður enn størri og breiðari
so skattagrundarlagið verður sterkari
og trýstið á vælferðarskipaninar verður minni.

Longdur livialdur og fleiri virkin ár












Síðstu 35 árini er livialdurin longdur 5-6 ár. Demografiskar og heilsufrøðiligar grundir tala fyri, at henda gongdin heldur fram, soleiðis at livialdurin komandi 40 árini kann longjast 5-6 ár aftrat. Merkisvert, er at fyri tey, sum eru komin upp í 65-70 ára aldur, ger longdi livialdurin rættiliga stóran mun, so tey um 40 ár kunnu í miðal liva til 85-95 ára aldur.

Uppaftur størri positivan týdning hevur tað, at tað er tey góðu arbeiðsføru og lívsvirknu liviárini, sum gerast longri, og ikki tey sjúku og ófullføru.

Aftanfyri liggja heilsupolitisk framstig, meira effektivir diagnostikk- og viðgerðarhættir, fyribyrgjandi og virkisstimbrandi fólkaheilsupolitikkur og heilsubetri lívsstílur við minni kropsligum niðursliti.

Møguleikarnir kunnu styrkjast fyri, at veksandi eldraættarlið í enn størri mun kunnu vera ein samfelagsligur og búskaparligur vinningur, við
virknisstimbrandi fólkaheilsu- og eldrapolitikki
rúmligari arbeiðsmarknað
sterkari arbeiðsumhvørvispolitikki
útbúgvingarpolitikki við størri denti á lívlanga læring
meira smidligum pensjónspolitikki

Demokrafiski framtíðartrupulleikin í Føroyum er ikki tey gomlu – hann er tey ungu: at tilgongdin til komandi ættarlið kann svíkja við minkandi barnatali og áhaldandi fráflyting og vantandi afturflyting av ungum fólki. Tað er ein heilt onnur og álvarsligari søga.