Í sambandi við altjóða eldradagin verður ein framsýning av ellisakførum í niðara parti av Tórsgøtu fríggjadagin 30. september.
Tað er Eldraráðið í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri eldradegnum. Eldradagurin byrjar kl. 10 um morgunin, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur dagin, og umboð fyri Eldraráðið sigur nøkur orð á parkeringsøkinum. Aftan á verður rørsla í á parkeringsøkinum. Frá kl. 1112 framførir Eyðun Johannesen, leikstjóri, á Gamla Reinsarí. Døgurðasteðgur verður frá kl. 12-13.30, har suppa og okkurt gott omaná verður at fáa í kantinuni í Posthúskjallaranum.
Tórsgøta verður stongd fyri allari ferðslu frá handlinum P/F Maria Poulsen og oman í Vágsbotn, har limir í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør sýna fram bilar og motorsúkklur frá kl. 13-16. Oddvør Johansen, rithøvundur, heldur fyrilestur á Gamla Reinsarí kl. 13.30. Matiné verður í Dómkirjuni kl. 14.15, har Bjarni Bæk hevur bønarhald, Petra Iversen syngur, Laila Nielsen spælir blokkfloytu, og Gudmund Mortensen spælir urgu og klaver.
Livandi syngið við tónleikur verður í Posthúskjallaranum kl. 15.15, har Hilmar Joensen skipar fyri. Í Posthúskjallaranum er café við ókeypis kaffi og te allan dagin, meðan tiltøkini eru.