Eldradagur verður aftur í Sunda kommunu

Leygardagin hin 22. mars verður skipað fyri eldradegi í Eydnuni á Oyrarbakka, og í Sunda kommunu gleða tey seg til ein hugnaligan dag saman

Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu, og í ár verður dagurin hildin leygardagin 22. mars.

 

- Dagurin byrjar við morgunmati klokkan 9.30 í Eydnuni á Oyrarbakka og verður liðugur umleið klokkan 15.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at kendi kokkurin, Ruben Busk, fer at borðreiða við góðum mati.

 

- Vit fara at syngja saman við góðum tónleiki, hoyra framløgur og talu. Hetta er eitt gylt høvið at koma hvørjum øðrum við og hugna sær saman. 

 

Sagt verður, at nærri lýsing av tiltakinum kemur, tá dagurin nærkast, og tiltakið er ókeypis fyri allar borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri. 

 

- Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ein hugnaligan dag saman, siga tey í Sunda kommunu í dag.