Eldrasambýlið í Svínoy undir tak

Klaksvíkar kommuna hevur pening til at inniloka eldrasambýlið í Svínoy

Klaksvíkar býráð heldur fast við ætlanin um, at eldrasambýlið skal byggjast í Svínoy.
Á býráðsfundi 27. september varð samtykt at fara í gongd beinanvegin.
Í gjár samtykti býráðið endaliga at seta arbeiðið í gongd við at inniloka sambýlið við navninum Gamligarður.
Tað arbeiðið hevur eitt byggifelag sagt seg kunna gera fyri 1,9 mió. krónur.
Henda kommunan hevur kommunan, tí býráðið setti í ár av 1,5 mió. krónur til sambýlið og aftrat koma tær 4000.000 krónurnar hjá svínoyingum.
- Í hesum umfarinum verður ikki gjørt meira enn at inniloka, sigur Gunvá við Keldu, borgartjóri í Klaksvíkar kommunu.
Hon kom í minniluta í staðbundnu svínoyarnevndini. Meirlutin vildi hava húsið innilokað sum skjótast, men Gunvá við Keldu mælti til at taka málið upp við nýggja landsstýrisfólkið fyri at fáa greiðu á tilsøgnunum um íløgu- og rakstrarætlanina.
Kommunalu og landsmyndugleikarnir eru ikki samdir um býtið.
Øll verkætlanin er mett at kosta fimm mió. krónur.
Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, um tørvskanningin, sum Nærverk skuldi gera, er liðug.
Gunvá við Keldu hevur ikki sæð hana.
Tørvurin veldst um, hvussu roknað verður.
Í øllum Norðoyggjum er framvegis stórur tørvur á røktarheimsplássum, eisini eftir at nýggja røktarheimið í Klaksvík er tikið í nýtslu.
Verður økið avmarkað til Svínoy, er tørvurin avmarkaður, tí sambært nýggjastu tølunum standa 35 fólk at búgva í Svínoy.