- Vit eru við í Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hevur 74 búrúm, og haraftrat hava vit bygt eldrasambýli Vesturskin á Toftum, sum hevur 16 búpláss. Vesturskin hevur virkað væl, bæði fyri fólk úr Nes kommunu og fyri tey fólk, sum eru komin úr øðrum kommunum.
Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, í sínari kunning til borgararnar í kommununi, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar.
Hann vísir á, at síðan 2007 hevur Nes kommuna eisini havt eina mattænastu til tey eldru.
35 døgurðar
Mattænastan í Nes kommunu heldur til í Vesturskin. Døgurðar verða koyrdir út í heimini fimm dagar um vikuna. Kostnaðurin fyri hvønn døgurða er 35 krónur við útbering.
Símin Johannesen, sigur, at tað eru nógv eldri heimabúgvandi, sum gera brúk av hesi tænastu.