Eldsálir eru eitt sindur komiskar

"?jeg og min Hustru ere begge skikkelige og gudfrygtige Folk, som heller vrider Halsen om paa vor Datter, end giver hende til En, der siger at Jorden er rund og fører falsk Lærdom her ind i Byen"

Jesper Ridefoged frá leikinum Erasmus Montanus,
ið ber boð frá foreldrunum hjá unnustini hjá Erasmusi.

Samrøða við Eyðun Johannessen um Erasmus Montanus
?????????????????


Í dag fara Gríma at framføra stóra leikin hjá høvundanum Ludvig Holberg. Leikurin er sera skemtiligur, men mitt í skemtinum er eisini stórur álvari. Erasmus er nýútbúgvin akademikari, sum vendir heim til bygdina, har hann trívist illani og bygdafólki somuleiðis við honum, tí hann er bæði ein eldsál og ein nakað arrogantur persónur í teirra eygum.
Hey Eyðun, hví spæla tit leikin"Erasmus Montanus" í hesum døgum?
(Eg hevði ringt til Eyðun Johannessen, men dugdi at eg líka so væl kundi spurt, hví ikki spæla henda leik í dag. Men ov seint, ná men fyrsti spurningurin er bert fyri at seta glið á. )
Eyðun: Ja, hví ikki. Men meiri konkret eru vit í eini skiftistíð, har komandi Tjóðarleikhúsið skjótt er ein veruleiki. Vit vita ikki um Gríma yvirlivir, ella kemur at virka uppá ein annan máta.
At leikhúsið Gríma júst nú setur Holberg á pall er ikki av tilvild. Tað fyrsta vit alment skjalprógvað vita um sjónleik í Føroyum, er um framførslur av tveimum Holberg-leikum í 1781-82. J.C. Svabo skrivar í "Indberetninger fra en Rejse i Færøe 1781-82": "På Thorshavn giver man i sildige Aar ej så sjælden smaa Baller, ja for kort tid siden have de unge, som have været i Kjøbenhavn, der spillet 2 komedier, nemli Studentstrup og Herman von Bremenfeldt. Aktion, Decoration og andre Anstalter, skulle efter det Steds beste Skjønnere have langt overgaaet Formodning". Sipað verður her til tveir høvuðsleiklutir í ávíkavist leikunum "11. juni" og "Den politiske Kandestøber" eftir Ludvig Holberg.
Í 19. øld var Holberg mest leikti leikritahøvundi her á landi. Tíðliga í 20. øld týddi Richard Long Holberg á fyrsta sinni til føroyskt. "Jeppi á Fjallinum", "Hin politiski Kannustoyparin", sum báðir komu út í bók, og "Erasmus Montanus" í 1944, sum tá varð leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn, men ongantíð útgivin. Ì 1954 varð "Heinrikur og Pernilla" (Mourits Mohr týddi), leiktur sama stað, eins og brot úr "Barsilsstovuni" fyrst í 60-árunum. Hesir leikir hava eisini verið leiktir víða hvar um landið.
Í Føroyum gav Ludvig Holberg, smb. J.C.Svabo fyrsta íblástur til sjónleik fyri havnafólk í 1780unum. Síðani er hann vorðin mest leikti sjónleikahøvundi upp ígjøgnum 19. og 20. øld um alt landið.
So vit kunnu kanska siga, at maðurin, ið legði lunnar undir fyrsta tjóðpallin í norðanlondum - Kongliga leikhúsið í Keypmannahavn - við leikverkum sínum eisini eigur sín stóra lut í, at áhugin fyri sjónleiki varð kveiktur og nørdist her um okkara leiðir. Og tað so mikið, at nú verður hin sætti og yngsti tjópallurin í norðanlondum settur á stovn.
Í 20 øld. týddi Rikard Long "Jeppe á Fjallinum" og seinni eisini "Erasmus Montanus". Erasmus varð spældur í 1944 av sjónleikararbólkinum Merkið. Hetta var undir krígnum og eingilskmenn áttu rættin at búgva í Sjónleikarahúsinum. Men loyvið varð tó givið til tvær sýningar. Í hesum leiki spældu fólk sum Demmus Hentze og Bjarni Niclassen.
Sjálvt handritið er ongantíð útgivið. Vit fingu tað frá soni Rikardi Long. Málið er eitt sindur gamalsligt, men tó gott og lætt mál sum vant hjá Rikardi Long.
Erasmus: Ein rótleys sál
"Jeg veed Ingen som skriger stærkere end Æsle og Landsbydegne"
Erasmus Montanus til Per Degn

Nú er hetta ein 200 ára gamal gamal leikur, kann hann siga okkum nakað í dag?
Eyðun: Leikurin snýr seg um ein bygdadrong, ið verður bitin av vitan og lærdómi. Tann spennandi konfliktin er sjálvandi eisini, at Erasmus Montanus er ein proletarur, ið er sloppin at lesa og hevur nomið sær nýggja vitan. Hann er tó ein rótleys sál, og hevur løgnar manerir og hábrøgd við sær eisini. Hann uppførir seg merkiligt, sigur ógudulig ting, og spyr t.d. um einglarnir vóru til áðrenn menniskja, ella um tað er øvugt.
Hvussu hevur tú gjørt Eramsus Montanus tíðarbæran sum leik, og endurnýggja hann á palli í dag?
Eyðun: Eg brúki ikki eina veruliga fasta tíð. Eg havi valt at brúka commedia del arte traditiónina og blanda hana við sirkus. Fyri at gera leikin og persónarnar meiri almenar. Í leikinum er so nógv orka, tí ger tað einki, at Erasmus ringir til Lísbíttu við eini mobiltelefon.
Er tað hann, ið hevur rætt í at jørðin ikki er fløt t.d.? Ella eru tað bygdafólkið, ið eru tey góðu í leikinum?
Hann hevur rætt, men tey eru sum tó fornuftigari. Hin vegin vísir bygdafólkið sína ónøgd við Erasmus við at buka hann av, ið skal skiljast symbollskt. Hinvegin er leikurin ein kærleikssøga.
Vanligu føstu leikarnir hjá Holberg: Jeronimus og Magdalone eru ein og hin sami persónurin í mini uppseting. Eg havi bert varðveit Magdalone, henni er lív í, mðan Jeronimus mangan er so keðiligur. Har eru øll tey vit kenna sum hin tápuligi deknurin og fútin, hesir umboðar styrkina, kirkja og lógina, men Magdalone eigur peningin í bygdini og hevur tí alt vald. Og hon hevur ein trumf, tí tað er dóttrina Erasmus Montanus vil hava. Kvinnurnar hava valdið í míni útseting av leikinum.
Er Holberg ikki eitt sindur reaktionerur vid sínum moralum ella visionerur?
Eyðun: Eg kenni sjálvandi Jens Kruse og bókina ?Holbergs Masker". Legg merki til, at tey sum til endans í leikunum siga okkurt eru oftani teir størstu idiotarnir, sum t.d. Fútin í "Erasmus Montanus".
Holberg hevur lagt ironi og bumbur á vegnum leikinum. Fólk siga eitt, men meina okkurt annað.
Bert innan list kann 2 og 2 geva 5, sum áskoðari sær tú, at listin er meiri kompleks enn vísindi. List kann júst hava fleiri dimensiónir enn vanlig vitan og visindi.
Er Montanus ein tragisk anti-hetja, ella ein profetur í tínum montanus leiki?
Eyðun: Hann er eitt sindur fullur í manerum og er ein eldsál. Men sum eldsálir flest, er hesi fólk eitt sindur komisk.
Finnast "Montanusar" í Føroyum í dag, id vera "steinadir" ella noyddir at avsanna teirra tilverusjónarmið?
Eyðun: Erasmus er kanska eitt slag av fólkið vit í dag kalla nørdur. Vit er øll nørdar á onkrum øki í tilveruni. Eg var ein Montanus fyrr, tá eg kom fram við nyggjum tonkum um sjónleik. Og tú ert kanska ein nú. Í morgin er tað onkur annar. Tað er lætt at falla útum í einum lítlum samfelag.
????????

Tey leikandi eru:

Hans Tórgarð
Erasmus Montanus

Ria Tórgarð
Nilla, móðir hansara

Egi Dam
Jeppi, faðir hansara

Bárður Persson
Jákup, beiggi hansara

Katarina Nolsøe
Líspitta, unnusta hansara

Birita Mohr
Magdalona, móðir hennara

Kári Øster
Per Dekn

Høgni Johansen
Jaspur, sýslumaður

Statistar
Hjørdis Mohr, Barbara Hentze í Stórustovu

Leikmynd:
Eyðun Johannessen

Búnar:
Katrin Bonde

Tónleikur:
Stamen Stantchev, Chopin, Chaplin, o.a

Ljóssetan:
Turpin Nap. Djurhuus

Hár og smyrsl:
Marjun Olsen

Tónleika - & ljóðbland:
Jón Mc Birnie

Foto:
Alan Brockie

Plakat & leikskrá:
Niels Arge Galan

Seyming:
Katrin Bonde, Edith Dahl, Gisleyg Bonde

Ljósfólk:
Símun Pauli Hansen

Pallsmíð:
Kári Øster og Anker Mortensen

Framleiðslustjóri:
Jenny C. Petersen

1. sýning á Meiarínum: leygarkvøldið 18. oktober 2003
Leikárið 2003 - 2004 74. leikverk