Hetta er ein sera stórur dagur í føroyskari orðabókasøgu, ja, í føroyskari málsøgu. Og eg fari at takka fyri at vera boðin við til hesa framløgu og at fáa tann heiður at bera eina lítla heilsan fram.
Og tað geri eg við gleði, tí eg má siga, at tað hevur verið spennandi og áhugavert at fylgt við í tykkara verki.
Eg kom at hugsa um – tá ið Jonhard í áðni segði, at hetta var ein ótrúligur dagur, og annars nýtti fleiri sjómansvendingar – tá kom eg at hugsa um hesa sælastu løtuna hjá sjómanninum, sum hevur verið leingi burtur, tá ið rópt verður: “Nú sigla vit heim”! Ja, soleiðis mugu tit kenna tað í dag, nú tit sigla heim og kunnu leggja at landi við fullari last.
Tit hava verið eldsálir, og tað er ikki ov nógv sagt, at tit hava verið við til og hava byrgt uppundir at kollvelta føroyska orðabókagerð. Veldig framstig eru hend tey seinastu árini, sum, kunnu vit siga, byrjaðu við tí ensk-føroysku orðabókini, ið Stiðin í 1992 gav út, og sum tit eisini stóðu aftanfyri.
Tykkara virkisfýsni festi eisini í á tí politiska pallinum, soleiðis at játtanin til orðabókagerð fór at kvinka uppeftir, og eg haldi, at eg má nevna Bjarna Djurholm í hesum sambandi, tí í apríl 1997 varð eitt uppskot til samtyktar frá honum – ivaleyst íblást av tykkara verki – samtykt á tingi, sum ljóðaði soleiðis:
“Heitt verður á landsstýrið um at fara undir at fyrireika orðabókaútgávu úr og í fremmand mál og at seta neyðugan pening av til endamálið á fíggjarlógini”.
Hetta varð samtykt við rættiliga stórum meiriluta, og játtan kom eisini á fíggjarlógina – eg hugsi, tað var, meðan Bjarni Djurholm tvey ár seinni var formaður í fíggjarnevndini, og Signar á Brúnni var landsstýrismaður. Tá ið Tórbjørn Jacobsen sat í 2000-2001 hækkaði játtanin munandi, og hóast hon er lækkað nakað síðani, so hevur eydnast at hildið henni á umleið 1 mió. kr. hesi seinastu árini.
Hetta hevur sanniliga borið frukt. Hesi árini eru fleiri orðabøkur komnar, og fleiri eru í gerð. So hóast tað kanska ikki er nóg væl skipað hjá okkum viðvíkjandi orðabókagerð, so er kortini nógv at gleðast um.
Tað er gott, tí allastaðni er tørvurin á orðabókum sjónligur í gerandisdegnum. Og tað kundi verið so mangt at nevnt í hesum sambandi. Men ein tann størsta forðingin, sum hevur verið fyri at fáa undirvísingarverkið føroyskt og at menna føroyingar málsliga, er tørvurin á orðabókum. Og tí kunnu vit undrast á, at vit ikki fyrr eru komin longri á hesi leiðini. Tí í kjalarvørrinum á orðabókum kemur tað tilfar – skúlabøkur o.a. – sum skapir nýggjan hugburð til móðurmálið og nýggja sjálvsagda virðing fyri tí.
Vit, sum eru uppvaksin við, at alt, sum vit arbeiddu við úr og í føroyskt, gekk um danskt mál, vit mugu læra at hugsa víðari, at nú er hetta óneyðugt. Nú má alt samskifti við enskt – eg hugsi t.d. um skrivligt próvtøkutilfar í skúlunum – vera beinleiðis fø-en og en-fø.
- - -
Men tit! Ein slíkan dag hugsi eg eisini við virðing um tey gomlu, sum onga orðabók áttu at styðja seg til. Eg hugsi t.d. um abba mín, Victor Danielsen, sum gjørdi eitt stórt týðingarverk, um Jákup Dahl og Viderø, um Janus Djurhuus o.s.fr. Ja, tú undrast á, hvussu hesir uttan nakra orðabók kundu útinna so nógv, sum teir gjørdu. – Jú, teir vóru eldsálir, júst sum hesir báðir, vit heiðra í dag.
Góðu Jonhard og Anfinnur. Hetta er eitt fantastiskt verk, tit hava útint – og tað má vera ein stór gleði hjá tykkum báðum, nú tit sigla heim við fullari last og kunnu gleðast um ein so góðan túr!