Tá ið klokkan var farin av níggju í kvøld, fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum húsum á Signabø.
Løgregla og brandbilar fóru á staðið og í løtuni eru fýra brandbilar í ferð við at sløkkja, men tað, løgreglan hevur fingið at vita, er ongin mannaskaði.
Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í, men helst er hann kyknaður í kjallaranum.
Savnsmynd.