Í einum hópsamanstoyti, har nógvir bilar rendu saman, eru 35 fólk deyð. Tað upplýsa ríkismiðlar í Egyptalandi í dag sambært tíðindastovuni AFP.
Vanlukkan hendi á einum oyðimarkarvegi millum Kairo og býin Alexandria í Heheira-landslutinum.
– Ein ræðulig vanlukka á Kairo-Alexandria-vegnum nærindis Wadi al-Notroun, og 35 fólk eru deyð, harav minst 18 eru brend í hel, skrivar blaðið al-Ahram.
Í minsta lagi 53 hava fingið skaða.##med2##
##med3##
##med4##
Ein oljuleki frá einum bili sigst vera orsøkin til samastoytin, sum gjørdi, at eldur kom í fleiri bilar, siga løgreglukeldur sambært al-Ahram.
Myndugleikar hava sambært al-Ahram send nógvar sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar til økið.
Har verða særd koyrd á sjúkrahúsið, meðan ruddað verður á vanlukkustaðnum.
##med5##
##med6##
/ritzau/