Eldur í eini ruskspann í eini garasju

Og tveir bilførarar eru tiknir rúsevnakoyring seinasta samdøgrið

Savnsmynd

Í morgun vóru boð eftir sløkkiliðnum í Havn, tá fólk á Ternuryggi í Havn varnaðust, at roykur kom úr eini garasju. Hetta var klokkan 6.40, greiðir vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá. 

Sløkkiliðið fekk bæst eldinum alt fyri eitt, áðrenn størri skaði gjørdist. Nú verður kannað nærri, hví eldur kom í.

Við tunnilsmunnan í Kollfjarðadali hendi í gjár eitt ferðsluóhapp beint fyri klokkan 9. Tað vóru tveir bilar sum stoyttu saman við busssteðgistaðið uttan fyri tunnilin. Hetta óhappið verður eisini kannað nærri. Fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu so mikið stóran skaða, at teir ikki kundu koyra av staðnum, sigur vaktleiðarin.

Ferðslupolitiið tók tveir bilarførar í Havn í gjár, sum koyrdu við píkadekkum. Tað fáa teir eina bót fyri.

Um hálgvum sekstíðina í gjar var ein bilføri tikin á Oyggjarvegnum. Hann var ávirkaður av rúsevnum og verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring. Og um áttatíðina var aftur ein bilførari tikin, hesaferð norðanfyri, sum eisini verður skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsevnum.

 

Savnsmynd