Eldur í sethúsum í Vági

Roynt verður nú at sløkkja   

Fyri eini løtu síðani kom eldur í eini sethús á Marknoyri í Vági. Sløkkiliðið í Vági er á staðnum og sløkkiliðið á Tvøroyri er eisini á veg. Enn er óvist, hvussu umfatandi skaðin er, men eldur sást upp ígjøgnum takið. Eitt fólk var í húsunum og tað slapp út í øllum góðum, so eingin fólkaskaði er.

 

Hetta er aðru ferð, at eldur er í somu húsum, tí fyri nøkrum árum síðani fingu tey eisini nakað av skaða av eldi.