Fríggjanáttina trý korter til trý varnaðust nakrir dreingir, ið koyrdu í bili, at eldur var komin í eini sethús á Víkavegnum. Login stóð úr tekjuni, og teir boðaðu frá beinanvegin.
Klaksvíkar Sløkkilið kom á staðið sum skjótast og fekk tamarhald á eldinum rættiliga skjótt.
Í húsunum lógu kona, maður og børn í fasta svøvni og varnaðust einki. Tey vóru fingin úr húsunum, meðan sløkkiliðið gjørdi sítt arbeiði.
Eldurin slapp ongantíð at breiða seg, og tí kundi familjan fara aftur í húsini at sova aftaná.
Hildið verður, at orsøkin til eldin er, at menn høvdu brent tjørupapp á tekjuna sama kvøldið. Tá arbeiðsmenninir eru lidnir og hava riggað av, er eldur komin í.