Eldur í sethúsum í Trongisvági

Í gjárkvøldið um 18.00 tíðina fekk løgreglan fráboðan um, at tað var eldur í húsum í Trongisvági.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað vísti seg, at eldur var komin í eymhettuna. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, men stórur materiellir skaðar. Hetta tí, at roykskaði og vatnskaði er um stóran part av húsinum, men sjálvur eldurin avmarkaði seg bert til økið rundan um eymhettuna.

 

Eldurin varð sløktur rímiliga skjótt.