Eldurin í Mylnugøtu var ásettur

Ein persónur er mistonktur fyri at hava sett eld á pisshúsið í Mylnugøtu í Havn leygardagin

Staðfest er, at eldurin í pisshúsinum í Mylnugøtu í Havn leygardagin kyknaði í einum ruskílati, og at tað ikki er hent av sær sjálvum. Tað hava kanningarnar hjá løgregluni staðfest.

Vakthavandi á politistøðini sigur í morgun, at ein persónur er mistonktur fyri at hava sett eld á.

– Har eru eingi vakmyndatól í grannalagnum, og vit hava eingi eygnavitni, tí hevur uppgávan verið nokso trupul, sigur vakthavandi, uttan tó vilja avdúka, hvussu løgreglan er komin fram til ein ávísan persón.

Men spurdur, um tað var ein smádrongur, sigur vakthavandi, at tað er tað ikki.

Løgreglan fer nú at seta seg í samband við persónin, sum er undir illgruna.

Í gjár gjørdi løgreglan eisini ferðmátingar á Fuglafjarðvegnum í Norðragøtu. Har vórðu trý mál skrivað. Ein koyrdi 106, ein koyrdi 108 og so var ein lastbilur, sum koyrdi 89. Allir hesir fingu klipp í koyrikortið.

##med2##

##med3##

##med4##