Eldurin slóknaði tí alt virkaði eftir ætlan

Í morgun varð boðað frá eldi í einum bygningi mitt í Havn

Tíðliga í morgun, beint fyri klokkan seks, fekk løgreglan boð frá sløkkiliðnum í Havn um at eldávaringin í einum bygningi í miðbýnum í Havn hevði boðað frá eldi.

Løgreglan sigur, at tey, og sløkkilið fóru á staðið, men eldurin varð skjótt sløktur.

Løgreglan sigur, at tað, bygningurn er undir umvæling og í tí sambandi var byggitilfar sett upp ímóti einum hitara í gjárkvøldið.

Tá ið fólk kom á staðið tíðliga í morgun og setti ígongd aftur, fór hitarin eisini frá og tað varð so heitt at tað festi í byggitilfarið.

Men tá ið sløkkiliðið kom á staðið, hevði sjálvvirkandi sirmilin -sprinklarin- longu sløkt eldin, so hann slóknaði beinanvegin, uttan at elva til stórvegis skaða.

Men alarmurin á brandstøðini fór frá og tey fóru á staðið, men tey siga, at eldurin var lítil, tí hann varð sløktur alt fyri eitt, tí sirmilin, og alarmurin, alt riggaði sum tað skuldi.