Eldurin sløktur - eingin fólkaskaði

Tað eydnaðist sløkkiliðnum á Sandi við hjálp frá bjargingarliðum úr grannabygdum, at fáa tamarhald á edinum, sum varð fráboðaður klokkan 18.02 í kvøld.

Politiið fekk boð um eldsbrunan, men tað eydnaðist sløkkiliðnum á Sandi sjálvt at sløkkja eldin.

- Tað var ikki talan um nakran fólkaskaða, men húsini fóru rættiliga illa, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Tá vit tosaðu við vakthavandi fyri løtu síðani segði hann, at tamarhad var á støðuni.

- Teir sløkkja á sín hátt, og eftirsløkkingin var ikki heilt av, men teir hava tamarhald á støðuni, sigur vakthavandi.

Tað var sostatt ikki neyðugt at fáa hjálp úr Havn at sløkkja eldin, men bjargingarlið aðrastaðni úr oynnu hjáptu til.

Sandportal.fo hevur tikið myndina, og hann veit eisini at siga, at talan er um bóndahúsini á Klettum.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu eldurin er uppstaðin.