Eli Falkvard Nielsen aftur í B36

Nógv røkist fyri at lyklaleikari á liðnum í fjør, aftur verður at síggja í B36

B36 og miðvallarin, Høgni Madsen, steðgaðu í farnu viku samstarvinum millum partarnar. Høgni Madsen var annars ætlaður sum avloysari fyri Eli Falkvard Nielsen, sum í fjør hevði týðandi leiklut á liðnum hjá B36.

 

Men nógv røkist fyri, at Eli Falkvard Nielsen, nú aftur kemur at vera partur av besta liðnum hjá B36.

 

Sambært keldum hjá Miðlahúsinum er nær við at ein avtala millum Eli Falkvard Nielsen verður gjørd, sum kemur at binda sterka miðvallaran í øllum førum til kappingarenda.

 

Hóast tíðindini ikki eru váttaði frá nøkrum enn, tykist tað ógvuliga sannlíkt at Eli Falkvard Nielsen fer at skriva undir í B36 innan stutta tíð.