Eli Simonsen 70 ár

Hósdagin 1. oktober fyllir Eli Simonsen í Havn 70 ár.

Eli er føddur og uppvaksin á Skarvanesi. Hann er yngst av teimum sjey børnunum hjá Andreu og Mortani Simonsen. Eftir seinna heimsbardaga flutti familjan til Havnar at búgva.


Eli fór sum ungur í læru sum prentari. Annars gjørdi hann ymiskt fyrifallandi, var til skips, arbeiddi upp á veg og var í Grønlandi um summarið. Frá 1963 til 1975 búði hann í Vestmannaoyggjunum, har hann róði út.


Fyrst í 80-unum byrjaði hann sum avloysari á bilstøðini Auto í Havn, og í 1986 fekk hann sær egnan hýruvogn. Hann hevur koyrt hýruvogn, til hann gavst fyri nøkrum árum síðan.


-red