Fríggjadagin klokkan 19 letur upp framsýning við Eli Smith í Norðurlandahúsinum. Framsýningin, sum Eli Smith nevnir Mín Gud og Harri er í húsinum til 14. mars. Til upplatingina syngur sangkórið í Ebenezer.
Føroyski listamaðurin Eli Smith, sum er føddur í 1955, hevur seinastu níggju árini roynt seg við gróti, ið hann hevur mjølvað við mortara og nýtt litevnini til máling. Í seinastuni er hann byrjaður at skera grótið í flísar og seta teir saman til brotamynd, ið er føroyska orðið fyri mosaikk.
Eli er sera hugtikin av øllum tilfeinginum í Guds vøkru náttúru og møguleikanum at skapa eina mynd úr gróti, sum í øldir hevur ligið fjalt og órørt. Likam Jesusar, á myndini her, er evnað til av einum kálksteini, heintaður úr 2300 metra dýpi, skamt frá Norðpólinum.
Sum eg havi arbeitt við steinunum, klovið teir, eru aðrir loyndir vakurleikar komnir til sjóndar. Hetta er fantastiskt, sigur Eli sjónliga bergtikin.
Framsýningin, við millum annað líðingarsøgu Jesusar, verður at síggja í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Ein filmur (37 min.), sum Eli hevur gjørt um teir føroysku litirnar, verður at síggja í Dansistovuni