Elias er á liðnum fyri 12. umfar í Champions League

Góða avrikið hjá Eliasi fyri THW Kiel í dystinum móti Eurofarm Pelister hevur ført til stóran heiður

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg í heimadystinum hjá THW Kiel móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pelister í bólki A í Champions League.

 

Elias skoraði átta mál og legði upp til átta mál í dystinum. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Eliasi í 29-23 sigrinum hjá Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 19-10.

 

Góða avrikið hjá Eliasi fyri THW Kiel í dystinum móti Eurofarm Pelister hevur ført til stóran heiður. Elias er nevnliga millum teir sjey kosnu, ið EHF hevur valt til liðið fyri 12. umfar í Champions League.

 

Her eru teir sjey leikararnir, ið manna liðið fyri 12. umfar:

 

##med2##