Elias og Kjartan endaðu grundspælið við góðum avrikum

Bæði Sävehof og Önnered vunnu greiðar sigrar í kvøld

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen

Seinasta umfarið í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini var leikt í kvøld, og talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá báðum føroysku leikarunum í deildini. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir vunnu stórsigur 30-20 á Kristianstad, ið lá næstfremst í deildini undan dystinum í kvøld. Í steðginum var Sävehof á odda 16-8.

 

Elias skoraði seks mál uppá 10 málroyndir í kvøld.

 

Kjartan Johansen skoraði sjey mál uppá níggju málroyndir tá lið hansara, Önnered vann 34-29 á Redbergslid við Andreas Palicka í málinum. Talan var um ein sigur á útivølli. Önnered var á odda 16-14 í steðginum. 

 

Sävehof skal spæla meistaraskaps-fjórðingsfinalur móti Lugi sum endaði nummar átta í grundspælinum.

 

Önnered skal spæla dystir um at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina. 

 

Endaliga støðan í grundspælinum: 

 

Nr.                 Lið: DystirVJT+/-P+/-
1 IK Sävehof262114794 - 68543109
2 IFK Skövde HK261826766 - 7063860
3 IFK Kristianstad261736730 - 6653765
4 Ystads IF HF261628775 - 7143461
5 HK Malmö2614210743 - 7043039
6 Alingsås HK2611510722 - 7122710
7 Hammarby IF HF2612212735 - 734261
8 Lugi HF2610412701 - 698243
9 Eskilstuna Guif IF2611015720 - 77422-54
10 IF Hallby HK268513680 - 72521-45
11 Önnereds HK268315737 - 77219-35
12 Redbergslids IK267316719 - 77617-57
13 HK Aranäs266317665 - 74315-78
14 IFK Ystad HK263518675 - 75411-79

 

 

 

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen