Champions League: Liðið hjá Eliasi vann seg til FINAL FOUR

Liðfelagarnir hjá Eliasi í Skipagøtu megnaðu við einum ótrúligum endaspurti at vinna ein 10-málssigur á Montpellier, ið var akkurát nóg mikið til samlaðan sigur

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel skulu kappast í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Lanxess høllini í Köln, dagarnar 8. og 9. juni.

 

Elias var við í hópinum tá THW Kiel tók ímóti franska liðnum, Montpellier á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel. 

 

Kiel hevði eitt sera vánaligt útgangsstøðið. Montpellier vann fyrra dystin 39-30 (20-16), og tí kravdi tað ein 10-málssigur til Kiel, um teir skuldu vinna seg til FINAL FOUR.

 

Og tað eydnaðist akkurát. Kiel var á odda 17-12 í steðginum, men leingi í seinna hálvleik var Montpellier væl við. Men við støðuna 27-21 fekk Kiel stongt málið, og samstundis skorað fýra mál, so Kiel vann dystin 31-21, og harvið ein ótrúligan samlaðan 61-60 sigur í fjórðingsfinalunum.

 

Kieler Nachrichten og ítróttarmiðilin, Kicker halda, at bragdið Kiel framdi við at vinna ein samlaðan sigur aftaná níggjumáls tap á útivølli er eitt tað ørasta, ið fólk hava upplivað á einum hondbóltsvølli í Týsklandi. 

 

Kiel hevur havt eina sera misjavna kapping í bundesliguni, og nú fáa teir høvið at bjarga kappingarárinum. 

 

Higartil hava Kiel, Aalborg og Magdeburg vunnið seg til FINAL FOUR. Tað er væntandi, at Barcelona verður tað fjórða liðið, ið vinnur seg til finaluvikuskiftið í Köln 8. og 9. juni.