Elias spælir við Sävehof í kvøld

Dagurin Sävehof-fjepparar og føroyskir landsliðsfjepparar hava longst eftir er komin

Fyri fyrstu ferð síðani í fjør heyst er Elias Ellefsen á Skipagøtu við í dysti hjá Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Elias hevur verið uttanfyri við drúgvari skaðafráveru. 

 

Sävehof spælir á útivølli móti fyrrverandi liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered.

 

Hetta eru sera góð tíðindi fyri bæði fjepparar hjá Sävehof, og fyri fjepparar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum nú tveir EM-undankappingardystir móti Rumenia skulu leikast í komandi viku.

 

Óli Mittún er eisini við í hópinum hjá Sävehof í kvøld.