Elias valdur til besta spælaran í svensku liguni í oktober

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur fingið miklan heiður frá svensku hondbóltsliguni

Hetta eru blandaðir dagar hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. 

 

Farna týskvøld tapti hann saman við liðfeløgunum í Sävehof 31-39 (15-18) móti kroatiska Nexe á útivølli í European League bólkadysti.

 

Í kvøld taptu Elias og liðfelagarnir oddadystin í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Ystad á útivølli. Ystad vann 30-26. Í fyrra hálvleiki gekk væl í hond hjá Sävehof, ið var á odda 15-12 í steðginum. Tá 40 minuttir vóru farnir var Sävehof á odda 18-15, men so byrjaði at ganga galið. Serliga tá Ystad fór frá javnleiki 21-21 til eina 26-21 leiðslu, og heimaliðið helt munin restin av dystinum.

 

Elias skoraði fimm mál fyri Sävehof í kvøld. 

 

Ystad er fremst við 15 stigum. Sävehof er næstfremst við 13 stigum. Skøvde hevur 12 stig og Alingsås hevur 11 stig, so tað er sera javnt í deildini. 

 

Persónliga kann Elias tó fegnast um ein stóran heiður. Í oktober hevur Elias skorað 32 mál og hevur lagt upp til 10 onnur mál í bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað er ikki farið framvið hjá teimum sum skuldu velja besta spælaran í svensku hondbóltsliguni í oktober.

 

Tann stóri heiðurin er fallin Eliasi í lut.

 

Heimasíðan hjá svensku hondbóltsliguni skrivar m.a., at Elias hevur við ferðmiklum spæli og "finess" set sín dám á hondbóltsliguna. 

 

HER  ber til at lesa greinina við grundgevingunum fyri hví Elias er valdur til besta spælaran í hondbóltsliguni í oktober. Greinin hevur føgur orð, og eisini eina stutta samrøðu við Elias.